Tá ið virðisbrævamarknaðurin í London lat aftur í gjár, kundu øll tey ið hava ognað sær virðisbrøv í Faroe Petroleum gleða seg yvir, at teirra virðisbræv hevði havt ein vøkstur uppá 12,85 %
Fólk frá Færøernes Kommando hava verið eftir 25 kilo av stolnum dynamitti, sum lá goymt við ein skúla í Havn. Dynamittið kom undan kavi, tá politiið tók tríggjar ungar menn fyri nógv innbrot í høvuðsstaðnum og aðrastaðni í meginøkinum.
"Undirritaðu vilja við hesum mótmæla at alt føroya ríkidømi verður brúkt til at bora hol við" ljóðar yvirskriftin á eini undirskriftssavning, sum í løtuni er á internetinum. Yvir 1400 fólk hava skrivað undir, at tey eru ímóti at Sandoyartunnilin verður gjørdur. Hans Blaasvær hevur tikið stig til tiltakið.
Venezuela hevur gjørt sína egnu, heilt serligu tíðarsonu. Frá í dag verður klokkutíðin í landinum 4 og ein hálvan tíma eftir alheimsklokkutíðina - Greenwich Mean Time. Eygleiðarar siga, at ein orsøk til at Venezuela ger sína egnu tíðarsonu er, at forsetin í landinum, Hugo Chavez, ikki vil lata fíggindan, USA, avgera, hvat klokkan er.
Føroysk børn skulu í skúla sum seks ára gomul. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, nú enn ein PISA kanning gav Føroyum botnkarakter. Føroyskir fólkaskúlanæmingar skava botnin samanborið við hini Norðurlondini. Tað vísir kannignin PISA-Føroyar 2006, sum varð almannakunngjørd í dag.
Prísurin fyri NAND flash-minni er minkaður við 57% seinasta árið, sum er skjótari enn hann fyri harðdiskar. Tað er tí bara ein spurningur um tíð til SSD flash-diskarnir er so mikið bíligir, at mekaniski harðdiskurin útdoyr.
Finnland er best av øllum OECD-londunum í náttúrulærugreinunum, og næstbest í bæði lesing og støddfrøði. Danmark lá ávikavist nummar 24, 19 og 15. Nógvar frágreiðingar og orsøkir eru til laka føroyska úrslitið. Og formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, hevur fleiri meiningar: