Læknar, feministar og møður eru í øðini um hesa bók, ið tekur upp spurningar, sum hvussu mamma greiðir barninum frá, at hon skal hava eina feittsúgving, ella at nøsin skal broytast til tað betra
Ein enskur filmur vísir, at alt hetta tosið, um at CO2 er orsøkin til veðurlags-broytingarnar, er tann reina propaganda og ein stór pengamaskina - sum eitt nú Al Gore fær stóran vinning burturúr, skrivar Vágaportalurin
Tað eydnaðist einum manni at fáa fatur í olympiska kyndlinum, tá hann í dag varð borin í gjøgnum gøturnar í bretska høvuðsstaðnum London. Maðurin bleiv beinanvegin lagdur í hondjørn, og rennarin við olympiska kyndlinum helt leiðina fram. Talan var um eitt mótmæli móti Kina.
Andstøðan er alt annað enn fegin um uppskotið hjá samgonguni at broyta skattin. Samgongan hevur lagt fyri løgtingið eitt uppskot, har inntøkumarkið í skattastiganum, sum í løtuni er 270.000 krónur, verður lækkað til 250.000. Jørgen Niclasen sigur, at uppskotið er ein skattahækking, hvørki meir ella minni:
Fólkatalið í Føroyum stendur í stað, men okkurt bendir á, at alsamt fleiri ungir føroyingar flyta av landinum fyri at nema sær útbúgving ella at arbeiða. Tað vísa nýggjastu hagstovutølini, ið vísa eina týðiliga minking í aldursbólkinum 20 til 39 ár seinastu fimm árini.
Spenningurin, ið stendst av at hyggja eftir fótbólti í sjónvarpinum, kann gerast so ógvusligur, at tað kann føra til álvarsamar hjartatrupulleikar. Tað vísir ein týsk kanning, sum hósdagin varð almannakunngjørd í New England Journal of Medicine