Forsíðan - nýggjastu útgivnu tíðindi

Winamp sendir The Simpsons o.a.


Við hampuliga nýggjan winamp spælari ber til at síggja The Simpsons, Futurama, Monty Python, Family Guy, tíðindi, ítrott og mangt annað ókeypis. Góðskan er hampulig. Tað ber til at síggja sendingarnar beinleiðis av heimasíðuni, men tað er lættari at brúka winamp spælarin. Í mun til vanligt sjónvarp ber til at trýsta á pausu og hyggja at restini tá tað liggur fyri.

2 Viðmerkingar | trackback | Frámerki: winamp the simpsons teld øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Eitt Havnarkort til Battlefield 1942


Havnardrongurin Bartal Højgaard arbeiðir við at gera eitt 'mod' til Battlefield 1942, har kortið er av økinum runt Tinganes, undir seinna veraldarbardaga. Eitt slag av 'hvat hevði hent um bretar og týskarar brustu saman á Havnarvág'. Hann er ikki heilt liðugur enn, og har er tí einki at downloada enn. Men myndirnar eru vakrar :-)

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: battlefield 1942 bartal højgaard spøl telduspæl internet teld øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Prógvað: Vakrar kvinnur gera menn býttar


Belgiskir 'vísindamenn' hava prógvað at menn eru minni rationellir um teir júst hava sæð eina vakra kvinnu, ella halda á onkrum kvinnu-klædnaplaggi. Og føroyskir 'framtíðarforskarar' vænta sær tí hervið, at tað framyvir verður stuttligari at fara til sáttmálasamráðingar :-D

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: sex øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Tunnilsrenningin nú Norðoyatunnilin letur upp


Treysti, felagið fyri frælsan ítrótt í Norðoyggjum, skipar fyri tunnilsrenningini. Higartil eru 2679 luttakarar sambært listanum, men á forsíðuni stendur 2700.

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: renning 2006 norðoyatunnilin treysti øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Remi givin í HS


Fyrstaliðsvenjarin hjá Havnar Svimjifelag gavst leygardagin, og í hansara stað er Kristian Martin Joensen komin.

3 Viðmerkingar | trackback | Frámerki: remi lamhauge hs øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Svimjifelagið FLOT fingið heimasíðu


Fyri éinum ári síðani :-)

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: flot svimjing øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Loftmyndir av Area 51 í góðari góðsku


Á google maps eru nýggjar loftmyndir komnar av 'Area 51'. Sensurur hevur annars forðað góðskumyndum av staðnum, men nú ber til at síggja flogfør og annað. M.a. sæst fleiri hundrað spreingikratur vestan fyri flogbasuna.

1 Viðmerking | trackback | Frámerki: google area 51 loftmyndir internet teld øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...