Kanningar á University of California benda á at vit hvørki arbeiða meira ella verða klókari um vit t.d. royna at sortera kartotekskort meðan tónleikur koyrir í bakgrundini. Ein onnur kanning vísir hartil, at kroppurin sendir út stress-hormon um man allíkavæl roynir hetta.
Bretskir granskarar meta at tað er fyrst og fremst øktir hiti í havinum sum viðførir at ódnirnar verða fleiri og ógvusligari. Spurningurin er so um hitaøkingin er vegna broyttar havstreymar ella vakstrarhúsárin. Fyrra merkir at tað sannlíkt vendir um 20 ár, meðan hitt kann versna í 100 ár.
Slashdot kjak ísv at ein brúkari her bloggar um hvussu nógv lættari tað er at fáa gomul Windows spøl at koyra á Linux, enn á Vista.