Forsíðan - nýggjastu útgivnu tíðindi

Nøvnini á landsstýrisfólkunum verða kunngjørd mánadagin


Tíðindafundurin um samgonguskjalið endaði við, at løgmaður, Jóannes Eidesgaard, boðaði frá, at væntandi verð persónarnir í nýggja landsstýrinum avdúkaðir mánadagin. Tá verður ein móttøka í Tinganesi, har tey nýggju verða innsett og tey fyrrverandi avloyst. Nærri verður at frætta um hetta á middegi mánadagin.

Ger viðmerking | trackback | Rás: Útvarp Føroya RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Niðurskurð í blokkinum og fólkaatkvøðu í 2010


Fomaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, segði seg vera fegnan um samgonguskjalið. Beinanvegin verður blokkurin lagdur til síðis og í 2010 niðurskorin við 117 milliónum krónum. Í 2010 verður eisini fólkaatkvøða um Stjórnarskipan Føroya. Høgni Hoydal legði dent á yvirtøkurnar, sum fara at kosta 40-50 milliónir krónur. Og hann undirstrikaði, at fíggjarpolitikkurin má vera varin.

Ger viðmerking | trackback | Rás: Útvarp Føroya RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Málsøkini í Kyndilsmessu-samgonguni eru nú býtt


Samgonguskjalið verður kallað "Samhaldsfesti, sjálvstýri, møguleikar og menning". Javnaðarflokkurin fær løgmann, almanna og heilsumál, og nýggja ráðið við lógarmálum, sum fer at taka sær av lógarbeiðinum hjá landsstýrinum. Tjóðveldisflokkurin fær uttanríkismál, mentamál, vinnumál, og fiskivinnu- og tilfeingismál. Og Miðflokkurin fær fíggjarmál.

Ger viðmerking | trackback | Rás: Útvarp Føroya RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

CHE samgonguskjalið


Samhaldsfesti, sjálvstýri, møguleikar og menning

Ger viðmerking | trackback | Rás: 123.fo RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Hvat í víðu verð gera vit her


Spurningin settu fleri leikarar hjá Manchester United sær, tá teir í gjárkvøldið leiktu dyst móti liðnum Al Hilal í Saudi Arabia

Ger viðmerking | trackback | Rás: 123.fo RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Ordans hál í Reykjavík


Svimjarar úr Suðuroyar Svimjifelag hava tikið lut í stórari kapping í Reykjavík. Úrslitini góvu 3 gull, 3 silvur og 4 bronsuheiðursmerki, umframt 18 føroysk met

Ger viðmerking | trackback | Rás: 123.fo RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Valúrslitið til løgtingsvalið 2008


Nógv nýggj andlit verða at síggja í Løgtinginum, og lítlu flokkarnir høvdu størstu framgongdina.

Ger viðmerking | trackback | Rás: 123.fo RSS | Legg hesa leinkjur afturat...