Forsíðan - nýggjastu útgivnu tíðindi

Netmilliarderur keypt dýrastu íbúðina í Asia


Kinesiski netmilliarderurin, Jack Ma, hevur keypt tí dýrastu íbúðina í Asia, sum liggur mitt í Hong Kong.

Ger viðmerking | trackback | Rás: 123.fo RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Kravið um, at fiskimenn skulu rinda olju, má takast aftur


- Reiðararnir eiga at taka kravið, um at manningin skal gjalda ein part av oljuni, aftur. Og so eiga teir at góðtaka, at eftirlønin hækkar nakað, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sum fekk fulla undirtøku fyri verkfallinum frá fiskimonnunum í dag.

Ger viðmerking | trackback | Rás: Útvarp Føroya RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Poul Michelsen heldur greiðar reglur vera fyri valstuðli


Herfyri mæltu løgtingsvalevnini Anita á Fríðriksmørk og Heðin D. Poulsen til, at politikararnir skulu hava skyldu til at kunngera, hvaðani teir fáa pengar til valstríðið. Eitt annað valevni, Poul Michelsen, sum hevur egna fyritøku, heldur hinvegin, at tey, sum eiga egna fyritøku verða hongd út, uttan at tey hava gjørt nakað skeivt:

Ger viðmerking | trackback | Rás: Útvarp Føroya RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Fleiri orsøkir eru til, at ov fá einnýtisíløt eru komin innaftur


Føroyingar lata bara 30 prosent av einnýtisíløtum innaftur og hava tí mist 1,2 milliónir krónur í inntøku í ár. - Vit eru ov illa upplýst, tí fer so nógv til spillis, sigur Jóhanna Olsen á Umhvørvisstovuni.

Ger viðmerking | trackback | Rás: Útvarp Føroya RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Innsavning av undirskriftum ímóti Sandoyartunli álítandi


Yvir 2.600 fólk hava á internetinum skrivað undir, at tey eru ímóti at Sandoyartunnilin verður gjørdur. - Hóast tað á listanum eru fleiri navnleys, eru allar undirskriftirnar eftirfarandi, sigur stigtakarin til at savna inn undirskriftir, Hans Blaasvær.

Ger viðmerking | trackback | Rás: Útvarp Føroya RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Arbeiðsgevarar velja ung av bygd


Ein norsk kanning er komin fram til, at arbeiðsgevarar velja ungdóm av bygd fram um býarungdóm

Ger viðmerking | trackback | Rás: 123.fo RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

"Hvalur er mín" og "Adventus Domini" bestu jólabøkurnar


Bøkurnar "Hvalurin er mín" eftir Helga Jacobsen og "Adventus Domini" eftir Jógvan Isaksen endaðu ovast í jólamánaðinum, desember, sum er nógv besti sølumánaðurin hjá bókahandlunum. Men sæð yvir alt árið, endaði "Havnin" eftir Birgar Johannesen á ovastu rók í samlaðu søluni.

Ger viðmerking | trackback | Rás: Útvarp Føroya RSS | Legg hesa leinkjur afturat...