Pakistanska stjórnin og flokkurin hjá myrda andstøðuleiðaranum Benazir Bhutto eru ósamd um, hvussu hon doyði. Stjórnin sigur røntgenmyndir vísa, at Benazir Bhutto hvørki doyði av skotum ella av flísum frá bumbubrestinum, men av skallabroti, tí rendi høvdið í takið á bilinum, hon var í.
Í beinleiðis sendingini Stjørnukast í Útvarpinum í gjárkvøldið var árið 2007 endavent, tá tað snýr seg um ítrótt og tónleik. Og endabresturin á kvøldinum á Rex var heiðranin av teimum bestu: Ársins Ítróttarnavn og Ársins Tónleikanavn.