Leitiúrslit viðvíkjandi 3d

Zelda online í 3D og Flash


Her kanst tú royna eina demo av upprunaliga Zelda spælinum, gjørt um til 3D. Hatta vóru dagar, tá man skuldi gita hvat ið grafikkurin skuldi líkjast :-)

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: zelda flash 3d teld internet telduspæl øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Google bjóðar nú ókeypis 3D-forrit


So nú er bara at koma í gongd við at tekna síni nýggju ella verandi hús. Google keypti herfyri Sketchup, sum ger forrit til at tekna hús o.t. í 3D... og nú bjóða teir eina grundútgávuna fyri einki, og eina meira professionella fyri $495. Eitt ófatiliga áhugavert (og kanska orsøk til ókeypis útgávu) er, at man kann eksportera síni liðugt teknaðu hús til Google Earth, sum longu nú vísir eina rúgvu av bygningum á klótuni í 3D. Forritið kann takast niður her.

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: google 3d sketchup teld internet øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Nýggj útgáva av open source 3D-tekniforritinum Blender


Ókeypis og alt hatta har. Hendan útgávan kemur eftir at teir hava havt eitt ordiliga lop í menningini av forritinum, vegna succesina við teknifilminum The Elephants Dream. Yvir 3000 broytingar, og sambært flestu á Digg absolutt vert at taka niður.

1 Viðmerking | trackback | Frámerki: 3d blender elephants dream open source øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

« fyrru1» næstu