Fyri hvønn soldát í Afganistan og Irak, sum verður settur at stuðla endurbyggingini af londunum, skulu einir tríggir til seks aðrir brúkast til at verja hendan eina.
Hóast amerikanska stjórnin sigur seg enn leita eftir Osama bin Laden, so er faktum tó tað, at CIA herfyri stongdi sína 'bin Laden'-eind, eftir í fimm ár at hava leitað eftir honum.
Fimm ár eftir amerikansku hertøkuna av Afganistan, er opium-framleiðslan har størri enn nakrantíð. Arealið av opium-markum er vaksið við 78% seinasta árið, í samlað gevur eina framleiðslu á umleið 7200 tons opium, til framleiðslu av heroin og morfin. Tíggindi hvør afgani arbeiðir nú í opium-framleiðsluni.