Við eitt sindur av hepni slapp FCK í Champions League. FCK fingu tvey mál mótir AJAX, har seinna málið var eitt sjálvmál. Tvey mál vóru akkurát nokk til at sleppa víðari til tað heilaga landið, Champions League.
Frøðin er stór í B36, sum eftir 3-0 sigurin á útivølli hevur meira enn annað beinið í øðrum undanumfari til Champions League. Umframt, at ítróttarliga avrikið er stórt og søguligt, telir tað ikki minni, at hetta førir við sær nógvar pengar í kassan hjá B36.
Við einum greiðum 3-0 sigri á útivølli ímóti maltesiska meistaraliðnum Birkirkara FC hevur føroyska meistaraliðið B36 fingið eina dreymabyrjan í fyrsta undanumfarinum til Champions Lague-kappingina.