Leitiúrslit viðvíkjandi eldur

Síggj myndir av Dell teldu sum knappliga fer at brenna eksplosivt


Um hetta eru sannar myndir, so hevur Dell ein seriøsan trupulleika við sínum farteldum. Teldan byrjar knappliga at brenna ógvusliga, á eini konferensu.

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: teld dell eldur øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Nú eksplodera eisini Apple farteldur


Norðmaðurin Sølv Skrede fekk sær ein ordans hvøkk herfyri, tá ið Apple farteldan hjá honum knappliga fór at rúka. Stikkflammur stóðu út frá battarígoymsluni, og knappliga varð battaríið skotið út úr telduni av eini lítlari spreinging. Tað lendi á einum eksternum tastaturi, sum so eisini fór at brenna. Flammurnar stóðu ein metur upp í loft, og rúmið varð fylt við royki. Apple kannar nú restirnar.

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: teld apple eldur øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Eisini Apple má kalla farteldur aftur vegna eldfim battarí


Talan er um eini 1,8 milliónir battarí frá Sony, í farteldum av slagnum Apple iBook G4 og Powerbook G4. Amerikanskir myndugleikar viðmæla at man tekur battaríið út beinan vegin og goymir tað á tryggum stað, við tað at vandi annars er fyri at eldur kemur í. Hetta er altso sama støða við Sony-battaríunum hjá Dell, og søgan er eyka pínlig við tað at Sony og Dell kendu til trupulleikan fyri 10 mánaðum síðani.

1 Viðmerking | trackback | Frámerki: teld apple battarí eldur sony øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

« fyrru1» næstu