Leitiúrslit viðvíkjandi fartelefon
Nokia og VISA royna nú eina gjaldsskipan í Malaysia, har 200 VISA-kort-brúkarar kunnu gjalda við fartelefonini í 2.500 handlum. Skipanin er grundað á tøkni kallað "Visa Wave Payment", har kortið ikki skal setast í gjaldsterminalin, men bara vera tætt við. At kortið verður sett í fartelefonina, sigur VISA her vera heilt náttúrligt, við tað at tað í dag eru fleiri fartelefonir í heiminum, enn plastikk-kort. Væntandi fer talið á fartelefonum at fara upp um 3 milliardir í 2008, svarandi til helvtina av øllum fólkum í heiminum.
|
trackback
|
Frámerki:
fartelefon
telefoni
visa
handil
øll frámerki
| Legg hesa leinkjur afturat...
Legg afturat: del.icio.us | mínir favorittar / bókamerki | Tillaga hendan listan