Nýggjar kanningar staðfesta, at vit í besta føri bara kunnu tapa 5-10% av vektini, og at væl yvir 90% hava gomlu vektina aftur innan eitt ár. Orsøkin er, at vit hava eitt 'fita-termometur', sum ikki kann skrúvast niður frá seinastu feitt-rekord, men bara upp. So tað handlar um at halda vektini, heldur enn at satsa uppá at minka hana seinni.
Vísindamenn við Scripps Research Institute í Kalifornia siga seg hava mennt eina vaccinu móti fiti, sum í øllum førum riggar væl hjá rottum. Hormonið Ghrelin fær okkum at upptaka feitt betri, og hartil vilja eta meira av tí. So við at minka um framleiðsluna føldu rotturnar ikki sama hungur, umframt at forbrenningin vaks munandi.
Ein 10 ára lang kanning av 500.000 vaksnum amerikumonnum vísir, at eisini tey sum bara vóru eitt sindur ov feit høvdu 30 til 40 prosent størri kjans at doyggja ov tíðliga, í mun til fólk sum hildu linjuna.
Jens Christian Nielsen, cheføkonom á Danica Pension heldur at fyritøkur tí fara at seta fokus á fyribyrging og at 'lekja' fiti. Sociolog Birthe Linddal Hansen á Institut for Fremtidsforskning er meira kynisk og sigur "Man lader bare være med at ansætte dem, der er stærkt overvægtige".