Á google maps eru nýggjar loftmyndir komnar av 'Area 51'. Sensurur hevur annars forðað góðskumyndum av staðnum, men nú ber til at síggja flogfør og annað. M.a. sæst fleiri hundrað spreingikratur vestan fyri flogbasuna.
Opera er ein skjótur og góður norskur browsari við øllum møguligum áhugaverdum innbygdum, so sum orðabóksuppslag og væl skiljandi upplestur av enskum tekstum. Nú er útgáva 9 Beta útkomin, sum út yvir alt tað vanliga eisini innheldur 'widgets' (smáforrit sum spøl o.t.), ein BitTorrent-klient til niðurtøku av Torrent-fílum, og smámyndir ('thumbnails') av teimum síðum sum man hevur opnar.
Á heimasíðuni Leapfish.com finst ein áhugaverd (ókeypis) tænasta, til at fáa rokna út metta virðið av einum domænunavnið. Teir hyggja at um navnið er stutt, um orðið gevur nakað úrslit í uppslag í orðabókunum, um leitimaskinurnar finna nakað viðvíkjandi domæninum, osfr. Ógvuliga stuttligt, hóast virðini yvirhøvur tykjast heldur ógvuslig (t.d. er 'sjey.com' vert $15.000, 'hs.fo' vert $59.402 og 'portal.fo' vert $102.182)
Havnardrongurin Bartal Højgaard arbeiðir við at gera eitt 'mod' til Battlefield 1942, har kortið er av økinum runt Tinganes, undir seinna veraldarbardaga. Eitt slag av 'hvat hevði hent um bretar og týskarar brustu saman á Havnarvág'. Hann er ikki heilt liðugur enn, og har er tí einki at downloada enn. Men myndirnar eru vakrar :-)
Google Maps hevur nú betrað síni kort, soleiðis at tey nú skuldu víst vegir úr 'øllum Evropa'. Tað vil siga, at m.a. Danmark er væl lýst, meðan t.d. Føroyar og Rumænia ikki eru komin ordiliga á kortið enn. Tað finnast nógvar aðrar líknandi korttænastur; men tað serliga við Google Maps er, at hon er ókeypis og løtt at knýta at sínum egnum tænastum, so sum húsamekling, navigatiónsskipanir, ella kortið yvir svimjihyljar í Føroyum, sum sæst á heimasíðuni hjá FLOT.
Hesin hevur uppdagað at satellitt-myndirnar yvir Bagdad tilfeldigvís vórðu tiknar samstundis sum ein størri orrusta var í býnum, har m.a. sjey amerikumenn lótu lív. Man sær eina rúgvu at M1A1-tanksum og kamptyrlum á myndunum, umframt rúgvuna av bilum sum terroristarnir goyma seg aftanfyri.
Slaturin hevur leingi gingið um at Google skjótt fer at bjóða eina ókeypis tænastu til at goyma dáta á netinum. Sambært hesi keldur er tað tó mest sannlíkt at hendan Google-tænasta fyrst verður klár í 2007, og hetta letur tí upp fyri at Microsoft kann náa at verða fyrst, við sínum tilsvarandi 'Live Drive'. Livst so spyrst.