Leitiúrslit viðvíkjandi teld

Loftmyndir av Area 51 í góðari góðsku


Á google maps eru nýggjar loftmyndir komnar av 'Area 51'. Sensurur hevur annars forðað góðskumyndum av staðnum, men nú ber til at síggja flogfør og annað. M.a. sæst fleiri hundrað spreingikratur vestan fyri flogbasuna.

1 Viðmerking | trackback | Frámerki: google area 51 loftmyndir internet teld øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Opera 9 Beta kagin er útkomin


Opera er ein skjótur og góður norskur browsari við øllum møguligum áhugaverdum innbygdum, so sum orðabóksuppslag og væl skiljandi upplestur av enskum tekstum. Nú er útgáva 9 Beta útkomin, sum út yvir alt tað vanliga eisini innheldur 'widgets' (smáforrit sum spøl o.t.), ein BitTorrent-klient til niðurtøku av Torrent-fílum, og smámyndir ('thumbnails') av teimum síðum sum man hevur opnar.

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: opera beta teld internet øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Fá roknað út metta virðið á tínum domænunavni


Á heimasíðuni Leapfish.com finst ein áhugaverd (ókeypis) tænasta, til at fáa rokna út metta virðið av einum domænunavnið. Teir hyggja at um navnið er stutt, um orðið gevur nakað úrslit í uppslag í orðabókunum, um leitimaskinurnar finna nakað viðvíkjandi domæninum, osfr. Ógvuliga stuttligt, hóast virðini yvirhøvur tykjast heldur ógvuslig (t.d. er 'sjey.com' vert $15.000, 'hs.fo' vert $59.402 og 'portal.fo' vert $102.182)

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: domænunavn internet teld øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Eitt Havnarkort til Battlefield 1942


Havnardrongurin Bartal Højgaard arbeiðir við at gera eitt 'mod' til Battlefield 1942, har kortið er av økinum runt Tinganes, undir seinna veraldarbardaga. Eitt slag av 'hvat hevði hent um bretar og týskarar brustu saman á Havnarvág'. Hann er ikki heilt liðugur enn, og har er tí einki at downloada enn. Men myndirnar eru vakrar :-)

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: battlefield 1942 bartal højgaard spøl telduspæl internet teld øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Microsoft RingCam, eitt komandi 360 gradirs webcam


Hetta vevkameraið brúkar 4 eygu til at gera eina 360 gradirs panoramamynd. Kemur sambært Gizmodo út einaferð seinni í ár.

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: webcam vevkamera microsoft teld tøkni øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Google Maps nú eisini donsk veganøvn


Google Maps hevur nú betrað síni kort, soleiðis at tey nú skuldu víst vegir úr 'øllum Evropa'. Tað vil siga, at m.a. Danmark er væl lýst, meðan t.d. Føroyar og Rumænia ikki eru komin ordiliga á kortið enn. Tað finnast nógvar aðrar líknandi korttænastur; men tað serliga við Google Maps er, at hon er ókeypis og løtt at knýta at sínum egnum tænastum, so sum húsamekling, navigatiónsskipanir, ella kortið yvir svimjihyljar í Føroyum, sum sæst á heimasíðuni hjá FLOT.

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: google google maps teld internet øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...

Microsoft bjóðar nú stóran avsláttur til lesandi


Microsoft bjóðar nú heilt upp í 80% avsláttur til lesandi fyri forrit sum Microsoft Office, Frontpage, Publisher, Visio og OneNote, í eini roynd at basa rættiliga vanligu piratkopieringina millum hesi. Eisini XP Professional Upgrade er upp á tilboð. Opinbart kunnu forritini enntá 'bara' takast niður av www.studentoptions.com. Men tey lesandi skulu útfylla ymiskt skjøl og skjalfesta sína úútbúgving, og Microsoft ætlar sær eisini at taka stikkprøvar, inn í millum.

Ger viðmerking | trackback | Frámerki: microsoft forrit lesandi teld øll frámerki | Legg hesa leinkjur afturat...