Roknilærarin Dan Meyer hevur roknað eitt sindur uppá kø-kultur, og kemur fram til at tað hevur størri týdning hvussu nógv fólk sum eru í køini, enn hvussu nógv tey hava í kurvini. Eitt fólk í køini er sambært honum vert 17 eyka vørur. Fyrsta viðmerking á lifehacker sigur at talið er nærri 10, og nevnir so eisini ymiskt annað áhugavert. So sum at køin gongur skjótari um ein drongur situr við kassan og ein genta koyrir í posan (tí hann roynir at imponera), enn um gentan situr við kassan og hann koyrir í posan (tí hon verður distraherað).
Serfrøðingurin Stefan Rahmstorf sigur at tað ikki longur slepst undan at heimshøvini vaksa minst 2 metrar, um so vit í morgin hildu fullkomiliga hildu uppat at lata út CO2. Minst 1 metur í hesi øld, upp í minst 2 og kanska 5 metrar yvir 300 ár. Einasti máti at umgingið hesa støðu, vildi verið við at trekkja CO2 úr aftur atmosferuni, sum Rahmstorf ikki heldur vera realistiskt. Les ing.dk