Nýggj tíðindi í kø - atkvøð tað fram sum tú ynskir á forsíðuna

Orð móti orði millum Poul Michelsen og Jørgen Niclasen


Orð stendur móti orði í harða orðastríðnum millum fólkafloksmenninar Poul Michelsen og Jørgen Niclasen. Ósemjan byrjaði við uppskotinum hjá Poul Michelsen um at samráðast við danir um, at føroyska sendistovan í Reykjavík bara flaggar við føroyska flagginum.

Ger viðmerking | trackback | Rás: Útvarp Føroya RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Klænkikururin virkar


Manuel Uribe er fegin, tí hann fyri fyrstu ferð í fimm ár hevur leita sær útum. Hann vigar nú einans 381 kg. og er harvið lætnaður 179 kg.

Ger viðmerking | trackback | Rás: 123.fo RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Føroya Fornminnissavn vil kenna ætlanirnar við Gerðabøi


Fornminnissavnið fer at kanna, hvørjar ætlanir Klaksvíkar kommuna hevur við við Gerðabøi, tá málið verður lagt almennt fram til hoyringar. Fornminnissavnið veit, at har er nakað í bønum, men hvat tað er, veit savnið ikki. Eftir lógini eru jarðføst fornminni friðað við lóg.

Ger viðmerking | trackback | Rás: Útvarp Føroya RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Løgtingsformaðurin suverenur, tá mál skulu takast av dagsskrá


- Løgtingsformaðurin ger einsamallur av, um mál verða tikin av dagsskrá, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður, eftir at Hergeir Nielsen, næstformaður, fríggjadagin tók umbønina Jógvani á Lakjuni um at fáa 14 milliónir aftrat til miðnámsskúlan í Hovi av dagsskrá.

Ger viðmerking | trackback | Rás: Útvarp Føroya RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Miðnámsskúlin í Hovi ikki bjóðaður út, uttan politisk boð koma


- Arbeiðið at byggja miðnámsskúlan í Hovi verður ikki boðið út, sigur stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes. Løgtingið játtaði fyrst 60 milliónir krónur til verkætlanina, men nú skal tingið játta 14 milliónir afturat.

Ger viðmerking | trackback | Rás: Útvarp Føroya RSS | Legg hesa leinkjur afturat...

Løgmaður roynir at finna virðiliga loysn á flaggspurningi


Eftir at fleiri fólk hava gjørt vart við, at føroyska sendistovan í Íslandi ikki eigur at veitra við donskum flaggi, hevur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, tikið atfinningarnar til eftirtektar.

Ger viðmerking | trackback | Rás: Útvarp Føroya RSS | Legg hesa leinkjur afturat...