Tað er illgruni um at sjálvmorðsbumbumaðurin hevði bumbuna inni í sær, tá ið ein saudiarabiskur prinsur herfyri var fyri eini atsókn. Vanligar trygdarkanningar á flogvøllinum síggja ikki slíkt, og tí er vandi fyri at trygdin skal herðast enn meira, og taka enn longri tíð, um vit ferðafólkini skulu kannast fyri hendan vandan eisini. Les jp.dk
Bretska apotekaraketan Lloyds Pharmacy hevur lagt út eina roknimaskinu her, til at vísa á hvussu útsett vit eru fyri at fáa kynssjúkur. Ein meðal breti hevur í meðal ligið við 2.8 milliónum menniskjum, direkta ella indirekta, um tú roknar út í sætta lið við partnarum hjá partnarum. Les The Australian
Hetta heldur antropologurin Richard Wrangham, sum hevur skrivað bókina "Catching Fire: How Cooking Made Us Human". Tað eru bara menniskju sum matgerða, og Wrangham heldur at netupp hetta hevur viðført at vit fingu ein minni mun, smærri innvølir og størri heila, umframt betri tíð at brúka hendan heilan (heldur enn at brúka dagin uppá at gnaga grønmeti). Les slashdot.org