Roknilærarin Dan Meyer hevur roknað eitt sindur uppá kø-kultur, og kemur fram til at tað hevur størri týdning hvussu nógv fólk sum eru í køini, enn hvussu nógv tey hava í kurvini. Eitt fólk í køini er sambært honum vert 17 eyka vørur. Fyrsta viðmerking á lifehacker sigur at talið er nærri 10, og nevnir so eisini ymiskt annað áhugavert. So sum at køin gongur skjótari um ein drongur situr við kassan og ein genta koyrir í posan (tí hann roynir at imponera), enn um gentan situr við kassan og hann koyrir í posan (tí hon verður distraherað).
Viðmerkingar